Hondbóltsfelagið í Keypmannahavn, Ajax hevur gjørt sáttmála við føroyska landsliðsleikaran, Lív S. Poulsen.
Hesum boðar felagið frá á heimasíðuni í dag.
19 ára gamli vestmenningurin hevur spælt í ungdómsdeildini hjá felagnum Herning-Ikast síðani 2017, og fer nú at royna seg í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Seinastu tíðina hevur hon spælt við StÍF, og heldur sum skilst eisini fram har, tað, sum er eftir av kappingarárinum.
- Eftir fleiri góð ár í Herning-ikast, ynskti eg at royna nakað nýtt, og helt at Ajax ljóðaði áhugavert. Nú hetta verður fyrsta kappingarár í fremstu røð, síggi eg skiftið sum ein góðan møguleika at venja og spæla á einum væl hægri støði, og menna meg sum spælara, sigur Lív S. Poulsen við heimasíðuna hjá Ajax.
- Eg gleði meg at sleppa at spæla, sigur hon.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Lív S. Poulsen hevur seinastu dagarnar verið á A-landsliðnum hjá kvinnum, sum hava roynt seg í HM-undankapping í Hvítarusslandi. Í dystinum, sum Føroyar spældu móti vertunum í gjár, skoraði Lív S. Poulsen eitt mál.
Ajax København liggur í niðara endanum í bestu donsku kvinnudeildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald