Fótbóltsskýlið er aftur á FM1 í dag eftir tíðindini klokkan 17.
Fyrsta partin av sendingini vitja Heidi Sevdal og Sara Shaki Lamhauge, sum í morgin, leygardagin 18. apríl, klokkan 17 skulu spæla HM-undankappingardyst móti Georgia á Tórsvølli.
Heidi hevur nú spælt 100 A-landsdystir, og hon og Sara hava í nógv ár verið liðfelagar.
FM1 sendir frá dystinum
Síðani kemur Heðin Arge framvið og fer at meta um og tippa eitt sindur: Landsdyst í morgin og næsta umfar í Meistaradeildini, umframt at vit taka stutt saman um 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald