FSF: Leygardagin 19. november verður seinasta punktum sett fyri landsliðsárinum hjá Håkani Ericson og hansara monnum.
Føroyska A-landsliðið skal nevniliga spæla tveir venjingardystir í november mánað, sum báðir verða á útivølli.
Tann fyrri verður í Kekkia mikudagin 16. november klokkan 17, føroyska tíð, og tríggjar dagar seinni, leygardagin 19. november hittast Kosovo og Føroyar í Pristina.
Í hesum sambandi verður boðið til tíðindafund í FSF-húsinum mánadagin 31. oktober klokkan 10. Á tíðindafundinum fer Håkan Ericson at kunngera teir 24 spælarar, ið fara at fáa A-landsliðsboð hesaferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald