Landsliðsúttøka verður í FSF-húsinum í morgin fyrrapartin. Tá verða bæði A-landslið og U21-landsliðshóparnir til næstu dystirnar kunngjørdir.
Håkan Ericson fer í morgin klokkan 10 at kunngera hvørjir verða við í A-landsliðs hópinum nú Nations League kappingin byrjar.
Í hesum umfarinum skulu okkara menn spæla fýra dystir í juni. Fyrst útidyst í Turkalandi, síðan heimadyst móti Luksemborg og Litava, og til síðst útidyst móti Luksemborg.
U21-landsliðið hevur tveir dystir eftir í EM-undankappingini. Hjálparvenjarin, Atli Gregersen, ið kemur at kunngera U21-hópin. Mikudagin 1. juni kemur Ukraina á vitjan á Tórsvølli, og týsdagin 7. juni spæla Føroyar og Serbia við Djúpumýru í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald