Fótbóltur

Landsliðsúttøkur á skránni hósdagin

Eyðun Klakstein og Pætur Clementsen fara at kunngera hóparnir til landsliðsuppgávurnar í juni - menninir hava venjingardystir í Baltic Cup og kvinnurnar spæla seinasta dystin í HM-undankappingini. FM1 sendir frá tíðindafundinum.

Eyðun Klakstein (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-20 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin 21. mai klokkan 10:00 skipar FSF fyri tíðindafundi á Tórsvølli har Pætur Clementsen og Eyðun Klakstein fara at kunngera hóparnar til landsliðsuppgávurnar í juni.

Fyrst í komandi mánaða skulu bæði kvinnulandsliðið og manslandsliðið í eldin aftur.

Kvinnurnar spæla fyrst, og tær skulu í Georgia royna at tryggja 2. plássi í trý-landa bólkinum. Føroyar vunnu 1-0 á Georgia, tá liðini spældu á Tórsvølli í apríl.

Tað verður tann 5. juni, at føroysku kvinnurnar skulu spæla HM undankappingardyst á útivølli ímóti Georgia.

6. juni spæla menninir fyrra dystin í Baltic Cup, tá Estland tekur ímóti í Pärnu.

Seinni dysturin hjá manslandsliðnum í hesum umfarinum verður tann 9. juni, og tá verður mótstøðuliðið annaðhvørt Lettland ella Litava, upplýsir Fótbóltssambandið

Greitt er frammanundan, at fleiri av føstu stuðulsspælarunum ikki fara at fara at vera við vegna skaðar ella neyðuga hvíld. U21-landsliðið hevur onga uppgávu í hesum landsliðsvindeyganum, og tískil kunnu fleiri ungir fáa møguleikan.

Í sambandi við úttøkurnar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli hósdagin 21. mai klokkan 10.

FM1 sendir beinleiðis frá úttøkuni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder