
Langteinarógving er ikki nakað nýtt í føroysum kappróðri. Nakrar kappingar av hesum slag hava verið í Klaksvík og Vestmanna áður.
Søguliga sæð róðu føroyskir garpar langt út á fiskimið, og við hesi dagskapping verður vent aftur til røtur okkara.
Kappingin byrjar kl. 13:00 og verður hildin á longsta fjørðinum í Føroyum, Skálafjørðinum, har luttakararnir fara at rógva góðar 5000 metrar, har byrjað verður úr Skálabotni og róð út til Skála. Øll kappingin verður skipað sum tíðarroynd, har bátarnir verða sendir avstað við trimum minuttum ímillum, og mátingin byrjar og endar millum boyur, har start- og mállinjan verður.
Hóast langteinarógving áður hevur verið roynd í Føroyum, er hetta fyrstu ferð, at kappingin verður skipað við hesum leisti – bæði fyri luttakarar og áskoðarar. Róðrarsambandið vónar at síggja nógvar bátar til start, og hevur lagt dent á, at gera tiltakið so opið og innbjóðandi sum gjørligt.
Kappast verður í hesum bólkum:
• 5-mannafør kvinnur undir 18 ár
• 5-mannafør menn undir 18 ár
• 6-mannafør kvinnur yvir 18 ár
• 6-mannafør menn yvir 18 ár
Tiltakið er bæði ein roynd og eitt menningarátak, har fokus er á styrki, úthaldni og nýggjar kappingarformar.
Tilmeldingin opnar 1. juli.
Róðrarsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald