Fyrrverandi málverjin hjá danska fótbóltslandsliðnum, Lars Høgh, doyði í gjár eftir at hava stríðst við krabbamein í fleiri ár. Hann gjørdist 62 ára gamal.
- Tað er við ósigandi sorg at vit mugu boða frá, at okkara høgt elskaði, lívsglaði og altíð jaligi Lars stillisliga er sovnaður inn, skrivaði familja hansara í gjárkvøldið.
Lars Høgh fekk staðfest krabba fyri trimum árum síðani, og hesa seinastu tíðina versnaði sjúkan.
Í sambandi við at ein bók um hann kom út í farna mánaði, greiddi Høgh frá, at lækni hansara hevði givið honum ring boð.
- Vit tosa ikki um ár, men um mánaðir, hevði læknin sagt.
Lars Høgh spældi tilsamans 817 dystir fyri OB, Odense Boldklub, og gjørdist danmarkarmeistari í 1977, 1982 og 1989. Hann spældi eisini átta dystir fyri danska landsliðið.
Hann stóð eisini á mál í søguliga útivalladystinum hjá OB móti Real Madrid í Uefa Cup í 1994, tá danska liðið megnaði at vinna 2-0, millum annað takkað verið fleiri stórbjargingum hjá Lars Høgh.
So seint sum fríggjadagin varð Lars Høgh innlimaður í ‘Fodboldens Hall of Fame” hjá danska fótbóltssambandinum.
Síðan hann gavst sum virkin fótbóltsspælari í 2000 hevur virkaði Lars Høgh sum venjari, og hann hevur verið tilknýttur bæði danska landsliðnum og fleiri feløgum sum málmansvenjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald