2019-10-28 08:20
Fráfarandi venjarin hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum, Lars Olsen, hevur longu fingið nýtt starv.
Sambært donsku heimasíðuni bold.dk, verður hann nýggi venjarin hjá Esbjerg fB.
Seinastu dystirnir hjá Lars Olsen sum venjari hjá føroyska landsliðnum verða í november, tá Føroyar skulu hitta Noreg og Svøríki, men hann byrjar longu nú í Esbjerg.
Lars Olsen hevur gjørt avtalu við danska felagið, sum er galdandi til 2022. Hann tekur yvir eftir John Lammers, sum varð koyrdur í september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald