Fótbóltur

Lars úttekur endaliga hópin fríggjadagin

12 leikarar eru longu úttiknir til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Malta.

2018-11-06 13:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Um góðar tvær vikur verða seinastu umførini í bólkaspælinum í UEFA Nations League á skránni. Føroyar spæla 17. november á útivølli móti Aserbadjan, og tríggjar dagar seinni, tysdagin 20. november spæla Malta og Føroyar á Ta' Qali National Stadion á Malta.

Heimligu spælararnir, umfamt teir, ið hava sína dagligu gongd í íslendskum fótbólti, hava vant regluliga saman síðani Betri Deildini hjá monnum endaði.

Harafturat hava nakrir U21-spælarar eisini fingið møguleikan undir leiðslu av Lars Olsen og Jóannes Jakobsen. Venjingarnar hava gingið væl, og sum heild eru allir væl fyri, og verulig kapping er um plássini á A-landsliðnum.

Endaligi hópurin fer at telja 23 spælarar, men longu nú er greitt, at Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen, Rene Shaki Joensen, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Brandur Hendriksson Olsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Finnur Justinussen og Jóan Símun Edmundsson verða í hópinum hjá landsliðsvenjaranum.

Kosovo er fremst í bólkinum við 8 stigum, tvey stig meir enn Aserbadjan, sum er á 2. plássi. Føroyar hava 4 stig, meðan Malta er aftast við tveimum stigum. Stigini hjá Malta eru komin eftir tveir 1-1 javnleikir móti Aserbadjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder