2019-09-30 08:56
FSF skipar klokkan 10 fyri tíðindafundi, har landsliðsvenjarin hjá monnum, Lars Olsen, fer at kunngera hópin til EM-undankappingardystirnar móti Rumenia og Malta, sum verða í oktober.
Leygardagin 12. oktober klokkan 17 spæla Føroyar og Rumenia á Tórsvølli, og týsdagin 15. oktober klokkan 19:45 spæla Føroyar og Malta, somuleiðis á Tórsvølli.
Seinastu dystirnir í hesari undankappingini verða spældir um miðan november. Fríggjadagin 15. november á útivølli móti Norra, og mánadagin 18. november spæla Svøríki og Føroyar á Friends Arena í Stokkhólmi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald