Reyða Pantaran hoyra vit vanliga um, tá vit tosa um B68-fjepparar, men felagsskapurin hevur eisini annað virksemi.
Felagsskapurin hevur áhaldandi roynt at skipa fyri tiltøkum, sum hava breiða almenna luttøku, alt fyri at savna pening inn og at skapa fyritreytir fyri betri umstøðum á ítróttarøkinum á Svangaskarði.
Dagliga koma nógv fólk á Svangaskarð til fótbóltsvenjingar og dystir, men eisini onnur íðkandi og familjur teirra vitja á Svangskarði.
Tað var við hesum í huga, at Reyði Pantarin søkti Betri Stuðulsgrunnin um pening til eina reiggju til rørslutarnað.
- Betri hevur latið 100.000 kr til endamálið, sum fólkini handan felagsskapin takka Betri Stuðulsgrunninum hjartaliga fyri, sigur Reyði Pantarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald