Skjótur, krútsterkur, ikki altíð serliga lættur at rokna út og kundi skjóta sum ein hestur. Tá hann var uppá tað besta, var Andreas Lava Olsen ógvuliga torførur at hava við at gera hjá verjuspælarum.
Sum ungdómsspælari var hann til royndarvenjing og fekk eisini bjóðað sáttmála í Onglandi, men spennandi áleyparin vildi heldur verða í Leirvík - hann var bara eitt stutt skifti í danska høvuðsstaðarfelagnum Frem- Andreas spældi eisini við LÍF fram til, at felagið legði saman við Víkingi í 2008. Síðsta árið í 1. deild í Leirvík (2007) skoraði "Lava-maðurin" 19 mál.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað er ikki tí, at hann hevur havt nógv ár við einum heilt høgum málsnitti í Víkingi - tað besta var 15 mál samanlagt í 2021. Skaðar hava leingi darvað, og sjálvdan seinastu árini hevur hann spælt 90 minuttir ella útvið tí í fleiri dystir í eitt koyr. Lava hevur tó havt ein eginleika at hava einstakar dystir og tíðarskeið, har hann veruliga hevur gjørt bart.
Andreas Lava Olsen og Víkingur gjørdu skjótt bart í steypakappingini. Høgi áleyparin skoraði í steypafinaluni á ólavsøku í 2009, sum Víkingur vann 3-2 á EB/Streymi.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Samanlagt skoraði Lava í trimum steypafinalum og fekk Víking í steypafinaluna í 2022 við sínum máli í hálvfinaluni móti HB.
Liðið úr Eysturkommunu vann hesa finaluna, eins og fimm aðrar. Andreas Lava Olsen vann eisini tvey FM (2016 og 2017) Í 2016 skoraði Lava fimm mál seinastu fýra umførini og var stórur partur av fyrsta føroysmeistataheiti felagsins.
Hann skoraði eisini í báðum Evropa League-dystunum móti Daugava úr Lettlandi í 2014, tá Víkingur kom víðari.
Andreas Lava Olsen spældi 19 A-landsdystur og er skrásettur fyri tvey mál: Eitt í Eysturríki í 2009 og eitt í 3-2 sigrinum á Malta í 2020.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Bjarni Enghamar)
Ymiskir skaðar hava darvað, og í ár hevur tað verið ryggurin. Hann hevur ikki fingið spælt ein minutt. Nú er greitt, at tað er best hjá 36-ára gamla leirvíkinginum ikki at spæla fótbólt meira á hægri stigi.
Tøl: FaroeSoccer og FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald