Annað

LeBron James hevur nú skorað flest stig í NBA-søguni

38-ára gamli Lakers-leikarin skrivaði kurvabóltssøgu í Los Angeles í nátt, tá hann tók metið, sum Kareem Abdul-Jabbar setti í áttatiárunum. Abdul-Jabbar var millum teir, ið heiðraðu LeBron beint aftaná.

Søguliga løtan, tá LeBron James kom uppum 38,387 stig (Mynd: EPA)

Søguliga løtan, tá LeBron James kom uppum 38,387 stig (Mynd: EPA)

2023-02-08 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevði longu flest stig í NBA-endaspælinum nakrantíð, og í nátt tók hann fyrsta plássið á listanum fyri flest stig samanlagt í grundspælinum. Talan var um eitt met, sum Kareem Abdul-Jabbar tók í 1984 og síðani bygdi uppá næstu fimm árini, so at hann kom upp á 38,387 stig samanlagt.

Tað var leingi ein "almennur sannleiki" í NBA, at metið helst ikki fór at verða tikið, men seinastu 20 árini hevur LeBron James støðugt nærkast. Maðurin sum fór beinleiðis úr "High School" til hægsta støði hevur nú spælt eins leingi sum Abdul-Jabbar gjørdi í NBA.

"King James" hevur tó í hesum førinum fyrimunin, at hann spælir sum "forward". Abdul-Jabbar spældi sum center, ið fyri tað mesta eru stutt undir kurvuni, og kastaði harvið væl færri "free throws" (brotskasti) enn James, men meira eyðsýnt: Maðurin á 2,18 metrar kastaði bert einaferð á sínari yrkisleið fyri trý-stig (uttanfyri eyðmerktu linjuna sum er 7,24 metrar frá kurvuni). LeBron James hevur 2,237 ferðir skorað trý stig í einum og harvið hevur hann til tíðir tikið stór fet móti metinum, ið ein kensluborin James tók í Los Angeles í nátt við skoti fyri tvey stig beint áðrenn triði fjórðingur var av.  

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Teir hava til tíðir verið í orðadrátti, men eftir at LeBron James tók metið, "noyddist" Abdul-Jabbar" út á gólvið í Los Angeles at heiðra 38-ára gamlu stjørnuni (Myndir: EPA)

Tey áleið 20.000 fagnaðu LeBron, og familjan kom á vøllin. Tað gørdi ovastin í NFL, Adam Silver, eisini saman við Kareem Abdul-Jabbar. 

Hóast LeBron James hevur spælt við Los Angeles Lakers seinastu fimm árini, so er sambandi við Lakers-leguna Abdul-Jabbar ikki tað besta. Nú 75-ára gamli maðurin spældi í Los Angeles í 15 ár og vann samanlagt meistaraheitið, umframt MVP, seks ferðir á sínari yrkisleið. Hann hevur í fleiri førum funnist at LeBron James fyri atburð og útsagnir hansara, og tann yngri hevur svarað kaldliga aftur.

Menninir við nógvu stigunum hálvsfevndust tó í Los Angeles í gjárkvøldið, og Kareem Abdul-Jabbar handaði 38-ára gamla James ein bólt sum eitt súmbol uppá, at núverandi Lakers-stjørnan hevði yvirtikið metið. Hann er nú trý stig frammanfyri og hevur 38,390 stig yvir næstan 20 kappingarár í grundspælinum.

Karl Malone, Kobe Bryant, sáli og Micheal Jordan eru eisini í topp-fimm. Har kann nevnast, at Micheal Jordan, ið samanlagt spældi 12 og eitt hálvt kappingarár við Chicago Bulls og tvey við Washington Wizards, spældi væl færri dystir enn hinir og hevur eitt væl hægri miðaltal. Maðurin sum oftast verður skýrdur "The G.O.A.T" (Greatest Of All Time), í kapping við millum annað LeBron James, hevði 30 stig í miðal fyri hvønn dyst hann spældi í NBA-grundspælinum.

LeBron James hevur áður umboðað, og vunnið meistaraheiti við, Cleveland Cavaliers og Miami Heat. Samanlagt hevur maðurin við mongu metunum vunnið fýra NBA-meistaraheiti, og øll hesi árini varð hann kosin mest virðismikli spælarin í finalunum. James hevur fýra ferðir verið kosin mest virðismikli spælarin í NBA. Hann og Lakers taptu við trimum stigum móti Oklaholma City Thunder í nátt men jagstra enn eitt meistaraheiti. Eitt slíkt kom í hús í 2020 - nummar 17 í røðini hjá mest vinnandi felagnum í NBA.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder