placeholder
Fótbóltur

Legendur hittast til innadurakapping á Toftum

Leikarar úr KÍ, GÍ, NSÍ og B68 luttaka í kappingini 28. desember.

Árliga Nes Kommunu Cup verður leikt 28. desember og hevur hesaferð luttøku av gestum (Mynd: Petur M. Solmunde)

Árliga Nes Kommunu Cup verður leikt 28. desember og hevur hesaferð luttøku av gestum (Mynd: Petur M. Solmunde)

2019-12-23 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í ár er áttanda árið á rað, at Nes kommunu cup verður fyriskipað í fimleikahøllini á Toftum. Innandurakappingin er fyri leikarar við tilknýti til Nes kommunu - ígjøgnum familju ella B68. Fyriskipararnir boða frá, at í gjár var' fullteknað. 18 lið luttaka í kappingini, og umframt tey "vanligu" verður eisini ein kappingin fyri legendur.

Legendu Cup verður leikt millum bólkaspælið og endaspælið. Liðini eru KÍ, NSÍ, GÍ og B68, og tey eru mannaði soleiðis:

- KÍ: Allan Joensen, Jan Joensen, Jan Andreasen, Jákup Mikkelsen og Heðin á Lakjuni.
- NSÍ: Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Jens Martin Knudsen, Gert Langgaard og Oddfríður Gaardbo.
- GÍ: Símun Petur Justinussen, Rúni Justinussen, Sámal Joensen, Pauli Jarnskor, Magni Jarnskor og Henning Jarnskor.
- B68: Aksel Højgaard, Ingolf Petersen, Eyðfinn Olsen, Jan Petersen og Øssur Hansen.

Dómari verður Lassin Isaksen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder