Upprunaliga trektu bæði liðini útivøll fyrst. Skjótt varð býtt um hjá NSÍ og FC Honka úr Finnlandi, so at fyrri dysturin skuldi spælast á Svangaskarði ístaðin. Men óvissan um, hvussu fór at verða við møguleikanum hjá føroysku liðunum at spæla á heimavølli orsakað av sóttarhaldsreglugerð, gjørdi, at NSÍ og Honka í vikuni eftir lutkastið aftur býttu um.
Harvið spæla KÍ og NSÍ í morgin á útivølli í fyrsta umfarinum nakrantíð í nýggju UEFA Europa Conference League, har í fyrstu syftu bert lið frá londum, ið eru styrkismett í niðasta triðingi í UEFA-kappingum, luttaka. Mikkjal Thomassen og Allan K. Jepsen hava seinastu tíðina, síðani síðstu dystirnar undan summarstegðin í Betrideildini sum vóru ávíkavist 25. og 26. juni, havt møguleikan at bert fyrireika lið sítt til stóru uppgávurnar.
Les eisini:
KÍ og NSÍ skulu spæla móti ávikavist lettiskari og finskari mótstøðu
Báðir dystirnir byrja klokkan 17 føroyska tíð - í báðum førum er tað klokkan 19 lokala tíð. KÍ spælir í høvuðsstaðnum í Lettlandi, har framfýsna Rigas Futbola Skola (RFS), ið er oddalið í lettisku kappingini, tekur ímóti. RFS hevur 34 stig fyri 14 dystir, og tapti fyri kortum fyri bert aðru ferð í kappingarárinum.
NSÍ skal dystast við FC Honka, sum kemur úr býnum Espoo, ið er áleið 16 kilometrar frá Helsinki. Liðið nýtir Bolt Arena hjá HJK Helsinki sum heimavøll í evropeiskum kappingum. Í løtuni liggur Honka nummar átta í Veikkausliiga, ið telur tólv lið. Liðið hevur tíggju stig fyri ellivu dystir.
Ferðalagið hjá KÍ fór í gjáramorgunum úr Vágunum við leiguflogfari, ið framvegis er krav til evropeiskar útidystir. Í gjárkvøldið vandi liðið í lettiska høvuðsstaðnum. Tað er heitt í Riga - tað verða áleið 30 hitastig í dag og í morgin, tá heitast verður.
Hópurin hjá NSÍ hevði fráferð til Helsinki klokkan níggju í morgun. Ferðin til finska høvuðsstaðin er ikki eins long, sum úr Føroyum til Riga, tó at tað ikki er stórur munur. Hitastigini í Helsinki fara ídag og hósdagin at koma upp ímóti teimum 25.
KÍ-hópurin áðrenn fráferð (Mynd: Norðlýsið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald