Fótbóltur

KÍ og NSÍ skulu spæla móti ávíkavist lettiskari og finskari mótstøðu

Eftir fyrsta UEFA Conference League-lutakastið nakrantíð er greitt, at NSÍ og KÍ byrja á útivølli 8. juli. Mótstøðuliðini eita FC Honka og FK RFS.

NSÍ og KÍ eru fyrstu føroysku luttakararnir í UEFA Conference League (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ og KÍ eru fyrstu føroysku luttakararnir í UEFA Conference League (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-15 12:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein søguliga løta í Nyon í Sveis fyri løtu síðani, tá lutakastið til fyrsta umfar í UEFA Conference League var. Talan er um tí triðju og nýggjastu evropeisku kappingina, ið millum annað skal geva fleiri feløgum og leikarum møguleika at spæla evropeiskar dystir.

NSÍ og KÍ, ið endaðu ávíkavist á 2. og 3. plássi í Betrideildini í fjør, vóru við, og bæði vóru styrkismett. Tey fingu tó ikki heilt eitt dreymalutakast, tí 

Tað gjørdist fyrst greitt, at KÍ skal spæla í Riga 8. juli. FK RFS - Rigas Futbola Skola - hevur ikki nógvar vinnara- og evorpiskar royndir, men er á veg uppeftir sum felag. Í 2019 vann felagið á fyrsta sinni steypakappingina í Lettlandi, og í fjør tapti liðið bert 1-0 í Serbia móti Partizan Beograd í fyrsta umfari í Europa League. RFS endaði á 2. plássi í lettisku deildini í fjør og er oddalið í løtuni í 2021 útgávuni.

Finska FC Honka hevur heimstað í Espoo. Har skal NSÍ spæla 8. juli. Felagið endaði nummar fýra í Veikkausliiga í fjør, men hevur ikki havt eina góða byrjan uppá hetta kappingarárið og hevur í løtuni bert seks stig fyri sjey dystir. Felagið hevur hevur nakað av evropeiskum royndum frá seinastu fimtan árunum. Í fjør tapti Honka 5-2 í Århus fyri AGF í fyrsta umfari í Europa League.

Seinnu dystirnir verða leiktir í Føroyum 15. juli. Tað verður allarhelst á ávíkavist Djúpumýru, ið arbeitt verður við at fáa endaliga til reiðar til endamálið, og á Svangaskarði.

Ilt er at siga, júst hvussu góðar møguleikar føroysku liðini hava, men útfrá at tey vóru styrkismett, og talan ikki eru um feløg, sum eru ræðandi á pappírinum, so er sannlíkt, at tað veðrur spennandi.

KÍ hevur seinastu árini víst styrki í fleiri evropeiskum dystum, og hevur millum annað staðið seg væl móti litaviskum liðum, og er greitt oddalið í Betrideildini í løtuni. NSÍ kom í fjør fyri fyrstu ferð víðari í evropeiskum fótbólti við stórsigri, og hóast mótsstøðan hesuferð verður sterkari, so skal liðið royna at gera ein vørr aftur í ár.

UEFA Conference League - fyrsta umfar
8. juli
FK RFS (Lettland)
FC Honka (Finnland) NSÍ

15.juli
KÍ - RFS
NSÍ - Honka

Les eisini: Ungarska meistaraliðið bíðar vinnaranum av undanbólkinum hjá HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder