Fótbóltur

Ungarska meistaraliðið bíðar vinnaranum av undanbólkinum

Um HB spælir seg víðari í Albania í næstu viku, so er stór uppgáva fyri framman. Ferencvárosi er størsta felagið í Ungarn og var í fjør í Champions League-bólkaspælinum.

Stefan Radosavljevic og liðfelagirnir taptu 2-1 fyri Víkingi í Gundadali í gjár og vórðu harvið yvirhálaðir á stigatalvuni. Geza David Turi, ið her jagstrar Stefan, er føddur í Ungarn og búði har síni fyrstu ár (Mynd: Sverri Egholm)

Stefan Radosavljevic og liðfelagirnir taptu 2-1 fyri Víkingi í Gundadali í gjár og vórðu harvið yvirhálaðir á stigatalvuni. Geza David Turi, ið her jagstrar Stefan, er føddur í Ungarn og búði har síni fyrstu ár (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-15 12:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í næstu viku verður undanumfari í Champions League leikt í Albania. Har skal HB fyrst royna at basa Inter Club d'Escaldes týsdagin. Um tað eydnast er finala á skránni móti Folgore (San Marino) ella Prishtina (Kosovo) fríggjadagin 25/6.

Les eisini: 
Champions League: HB skal til Albania
UEFA: Koronuleiðreglurnar í Føroyum eru ov strangar til Champions League

Um HB kemur víðari eitur uppgávan Ferencvárosi TC - betri kent sum bara Ferencváros. Hetta gjørdist greitt við lutakasti í Nyon fyri løtu síðani.

Talan er um mest vinnandi felagið í ungarskum fótbólti. Meistaraheitið, ið kom í hús fyri stuttum, var nummar 32 í røðini. Í fjør hevði Ferencváros, ið hevur heimstað í einum parti av høvuðsstaðnum Budapest, eitt sera gott ár í evropeiskum fótbólti. Djurgården, Celtic og Dinamo Zagreb vórðu koppaði ávegis til bólkaspæli, har risarnir Juventus og Barcelona bíðaðu saman við Dynamo Kiev. Tað var fyrstu ferð, at felagið kom so langt, meðan kappingin hevur verið undir navninum Champions League. Talan gjørdis um eitt stig - javnleik á heimavølli Dynamo Kiev.

Harvið verða tað tveir tungir dystir fyri greipuvinnararnir, um tað eydnast at spæla seg víðari úr undanumfarinum. Fyrru dystirnir í umfarinum verða leiktir 6. ella 7. juli - teirr seinnu 13. ella 14. juli. 

Um HB ikki spælir seg víðari í Champions League fer liðið yvir í nýggju UEFA Conference League. Har eru KÍ og NSÍ við í fyrsta umfari. Lutakastið til tað byrjar 12.30

Les meira: 
Hesi liðini kunnu KÍ og NSÍ møta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder