NSÍ og KÍ, sum gjørdust nummar tvey og trý í føroyameistarakappingini í fjør, sleppa ikki – eins og undanfarin ár – at luttaka í Europa League, í ár.
Evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, hevur umskipað evropeisku kappingarnar, so at tey sekunderu liðini í teimum smáu tjóðunum, nú skulu í eina triðju kapping, kallað Conference League.
Og í dag verður so lutakastið til fyrsta fyrsta undanumfarið í hesi kapping. 66 lið eru við í hesum fyrsta umfarinum.
Hesi 66 liðini eru so býtt upp í átta bólkar, fyri at gera lutakastið einfaldari og lættari at stýra.
Bæði føroysku liðini eru styrkismet í ovara helmingi, og tað við í praksis siga, at tey eru tryggjað at møta einum liði, sum á pappírinum er mett at vera veikari.
KÍ skal spæla móti einum av hesum liðunum:
FK Rigas FS, sum gjørdist nummar tvey í Lettlandi
Sligo Rovers, sum gjørdust nummar fýra í Írlandi
Larne FC, sum gjørdist nummar fýra í Norðurírlandi
Paide Linnameeskond, sum gjørdist nummar tvey í Estlandi
NSÍ hevur fimm møgulig mótstøðulið á lutakastinum:
Racing FC, sum gjørdist nummar fýra í Luksemburg
FC Struga, sum gjørdist nummar nummar trý í Norðurmakedonia
FC Honka, sum gjørdist nummar fýra í Finnlandi
Mosta, sum gjørdist nummar seks á Malta
Newtown AFC, sum gjørdist nummar sjey í Wales
Lutakastið til annað undanumfar í hesi kappingini verður í morgin. KÍ hevur fingið so mikið nógv stig í evropeisku fótbóltskappingunum, at klaksvíkingar her eru styrkismettir í ovara helmingi, og hava sostatt eisini hesaferð tryggjað sær mótstøðu, sum á pappírinum er veikari.
KÍ sleppur sostatt undan fleiri sterkum liðum, sum koma inn í kappingina í hesum umfarinum, so sum FCK og AGF úr Danmark, Feyenoord úr Hollandi, Molde og Rosenborg úr Noregi, Aberdeen og Hiberians úr Skotlandi og Basel úr Sveits.
Men í niðara bólki eru tó eisini møguleiki fyri at møta kendum feløgum, eitt nú Vålerenga úr Noregi, Hammarby, Häcken og Elsfsborg úr Svøríki og Servette úr Sveis.
Dystirnir í fyrsta undanumfari verða spældir 8. og 15. juli. Dystirnir í øðrum undanumfari verða 22. og 29. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald