Byrjað verður í Sumba í morgin árini og 48 tímar seinni er ætlanin at koma á mál á Vaglinum.
Jákup Petur Eliassen gjørdi í 2020 eitt sonevnt Everesting tá hann súkklaði 42 ferðir niðan á Kleynsvarða fyri at røkka 8.848 metrum. Hæddina á Mount Everest. Í fjør gjørdi hann tað so aftur, men tá var tað til gongu. Hann gekk tá saman við systkinabarninum Ken Bærendsen 18 túrar av Eiðisskarði niðan á Slættaratind upp á eitt samdøgur.
Tá Jákup Petur Eliassen kom á mál aftaná 18 túrar niðan á Slættaratind upp á eitt samdøgur (Mynd: Sverri Egholm)
Nú hevur hann aftur sett sær eitt mál, og tað er hesaferð at súkkla til nærum allar bygdir í Føroyum upp á 48 tímar.
Hann fær hjálp frá Atlantsflogi, og verður flogin við tyrlu til Fugloyar og á Kalsoynna. Aðrastaðni verður hann sigldur við báti um firðirnar.
Tilsamans er teinurin 610 kilometrar langur.
Súkklað verður í allan morgin frá klokkan 9 til umleið á midnátt, og tá verður eftir ætlan endað í Gásaali. Týsdagin verður farið við tyrlu í Fugloy og síðani verða norðoyggjar tiknar. Síðani er Eysturoyggin á skránni, og súkklað verður alla náttina. Klokkan 9 mikumorgunin er ætlanin at koma á mál á Vaglinum
Til ber at síggja alla skránna fyri túrin á Facebook-brúkaranum hjá Jákup Petur Eliassen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald