Fótbóltur

Leicester gav Manchester City eina hjálpandi hond

Liverpool tók ikki heilt av á Anfield. Tottenham vendi hóttandi tapið til trý umráðandi stig, meðan Chelsea fekk oyruni í maskinuna.

Harry Maguire skoraði á Anfield í kvøld og hann og liðfelagarnir høvdu gott tamarhald á Salah og co.
(Mynd: EPA)

Harry Maguire skoraði á Anfield í kvøld og hann og liðfelagarnir høvdu gott tamarhald á Salah og co. (Mynd: EPA)

2019-01-30 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra teir seinastu dystirnir í 24.umfari í Premier League vórðu leiktir í kvøld.

Í Anfield kundi Liverpool økja um leiðsluna í oddinum eftir at City í gjár yvirraskandi tapti í Newcastle. Tað byrjaði eisini sera væl hjá oddaliðnum, tí longu í 3. minutti var Saido Mané á blettinum. Men Leicester hevur argað topp-seks liðini í ár, og í yvirtíðini í 1. hálvleiki javnaði Harry Maguire. 

Liverpool hevði bóltin nógv meira, men hevði ilt við at skapa opnar málmøguleikar. Tað endaði 1-1 og harvið er munurin ímillum liðið hjá Klopp og liðið hjá Guardiola nú fimm stig. 

Tottenham er tættast uppá hesi bæði liðini, og við sigrinum á Watford í kvøld hava Pochettino og hansara menn bert tvey stig upp til City. Tottenham er annars uttan m.a. Harry Kane og Dele Alli, og Watford kom á odda undan steðginum. Men afturkomni Son javnaði tíggju minuttir fyri tíð, og í 87.minutti sló avloysarin hjá Kane, Fernando Llorente til. 

Í Suðuronglandi vísti Bournemouth, at liðið er komið í gongd aftur. Chelsea var á vitjan, og annað árið á rað taptu teir bláu úr London stórt har. Tað var annars 0-0 í hálvleikinum, men í 2. hálvleiki raplaði tað inn hjá Kepa, og Bournemouth vann 4-0. Chelsea, sum hevði Gonzalo Higuain í byrjanaruppstillingini, er nú ájavnt í stigum við Arsenal, og United andar liðið hjá Sarri í nakkan í stríðnum um 4. plássið.

Úrslit í Premier League í kvøld:
Bournemouth - Chelsea 4-0 (0-0)
Southampton - Crystal Palace 1-1 (0-1)
Liverpool - Leicester 1-1 (1-1)
Tottenham - Watford 2-1 (0-1)

Úrslit í Premier League í gjár
Manchester United - Burnley 2-2
Arsenal - Cardiff City 2-1
Fullham - Brighton & Hove Albion 4-2
Huddersfield - Everton 0-1
Wolverhampton - West Ham United 3-0
Newcastle United - Manchester City 2-1

Premier League støðan eftir 24 umfør

1

Liverpool

 

61 stig

2

Manchester City

 

56 stig

3

Tottenham Hotspur

 

54 stig

4

Arsenal

 

47 stig

5

Chelsea

 

47 stig

6

Manchester United

 

45 stig

7

Wolverhampton Wanderers

 

35 stig

8

Everton

 

33 stig

9

Watford

 

33 stig

10

AFC Bournemouth 

 

33 stig

11


Leicester City

 

32 stig

12

West Ham United

 

30 stig

13

Brighton & Hove Albion

 

26 stig

14

Newcastle United

 

24 stig

15

Crystal Palace

 

23 stig

16

Southampton

 

23 stig

17

Burnley

 

23 stig

18

Cardiff City

 

19 stig

19

Fulham

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder