Fótbóltur

Leicester og Leeds fluttu niður

Og lítla Luton er eitt av feløgnum, sum avloysir tey í Premier League næsta ár. Everton slapp undan niðurflyting við sigri á síðsta leikdegi.

Ævintýrið hjá Jamie Vardy og hinum í Leicester er fyribils av (Mynd: EPA)

Ævintýrið hjá Jamie Vardy og hinum í Leicester er fyribils av (Mynd: EPA)

2023-05-29 15:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Premier League 2022/2023 kom at enda í gjár. Hóast Arsenal var oddalið meginpartin av árinum, so rak tað í eina tíð fram ímóti, at Manchester City fór at fara avstað við steypinum aftur - Arsenal byrjaði at snáva, og City rakti ein góðan stima.

Hetta varð staðfest leygardagin 20. mai, og stutt seinni gjørdist eisini greitt, at Newcastle og Manchester United "sleppa við" Arsenal og City í Champions League. Hetta verður fyrstu ferð í seks ár hjá Arsenal og fyrstu ferð í tjúgu ár hjá Newcastle. Nýríka felagði úr Norðuronglandi hevur higartil ikki gjørt risastórar íløgur í hópin undir saudiarabisku eigarunum, og er 4. plássi í ár úrslit av millum annað stórarbeiði hjá venjaranum Eddie Howe og snildum avgerðum.

Les eisini: City gjørdist enskur meistari uttan at spæla

Manchester City og Manchester United skulu leygardagin spæla FA Cup-finalu, og liðið hjá Guardiola jagstrar The Treble. Higartil eru grannarnir úr Manchester einasta enska felagið við einari slíkari (Landskappingin, FA Cup og Champions League). 

Liverpool og Brighton skulu spæla í Europa League í 2023/2024. Fyri Brighton er hetta fyrstu ferð nakrantíð, at liðið skal spæla evropeiskan fótbólt - hetta er fyrsta fulla kappingarárið hjá Jürgen Klopp, at Liverpool ikki er endað á Champions League plássi. Unai Emery kom til Aston Villa og leiddi Birmingham-felagið til 7. pláss og harvið Europea Conference League næsta kappingarár.

Stór feløg stríddust í botninum - Luton millum uppflytararnar

Fyri Everton var aftur talan um eitt soltið ár, og leingi sá tað út til at søguríka Liverpool-felagið fór at flyta niður. Seinastu mánaðirnar hevur Sean Dyche tó fingið summi ting at eydnast væl, og í gjár skoraði Abdoulaye Doucoure einsamalla málið í heimadystinum móti Bournemouth, ið longu hevði bjargað sær lívinum. Eftir seinasta bríksl floymdi áskoðarar inn á søguliga Goodison Park leikvøllin. Hann skal takast niður skjótt.

Sigurin hjá Everton bjargaði teimum lívi, tí samstundis vann Leicester eisini tepran heimasigur. Tað var tó ikki nóg mikið. Leicester endaði á 18. plássi við 34 stigum og skal harvið tungu leiðina niður eftir átta ár á rað í Premier League. Í 2016 vann felagið púra óvæntað deildina, og fyriuttan 2016/2017 er liðið endað í ovaru hálvu. Í ár gekk tó tað mesta galið.

Tað gjørdi tað eisini hjá Leeds, ið eisini segði venjaran úr starvi fyrr í ár. Tað endaði við 1-4 ósigri fyri Tottenham í gjár. Eftir trý ár í Premier League fer Leeds niður aftur. Hjá Southampton, ið endaði niðast, endaði ein røð við ellivu kappingarárum á rað í fremstu røð.

[object Object]

Burnley vann greitt The Championship, og Sheffield United endaði á 2. plássi. Hesi liðini hava ikki verið so rárir gestir í Premier League í hesari øldini, men eitt lið er við fyri fyrstu ferð. Tað er Luton Town. Liðið var seinast í fremstu ensku deildini, beint áðrenn hon broyttist til Premier League.

Luton hevði stórar fíggjarligar avbjóðingar síðst í fyrsta áratígginum í hesari øldini og fór bóltandi úr deildarskipanini - niðurum League Two. Liðið var í "non-League" til 2014, hevði síðani tvær uppflytingar á rað (2018 og 2019), og endaði á 3. plássi í The Championship. Hetta gav atgongd til play-off, og eftir samanlagdan hálvfinalusigur á Sunderland vann Luton leygardagin finaluna um Premier-League pláss og teir mongu pengarnir við brotssparkskapping móti Coventry á Wembley.

Harvið verður Premier League fótbóltur á Kenilworth Road, har pláss er fyri umleið 10.000 áskoðarum. Luton liggur einar 50 kilometrar í ein útnyrðing úr London.

Endaliga støðan í Premier League:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder