Manchester United hevur alt summar roynt at fingið fatur á miðverjanum hjá Leicester, Harry Maguire. 26-ára gamli landsliðsleikarin gjørdi serliga vart við seg til HM í Russlandi. Eisini seinasta summar var United sett í samband við Maguire. Eftir tvey góð kappingarár í Leicester hevur Maguire gjørt greitt, at hann ynskir at sleppa vekk, og nú sær út sum, at hann fær sítt ynski uppfylt.
Bretskir miðlar skriva seinnapartin, at feløgini eru vorðin samd um ein keypsprís. Manchester United hevur fyrr í summar bjóðað 70 milliónir pund, men Leicester vildi hava meira. Heimsmet fyri ein verjuleikara var eitt krav, og um skiftið fer ígjøgnum, ið alt nú bendir á, at tað ger, so verður Harry Maguire, ið hevur umboða Sheffield United, Hull, Wigan og Leicester, heimsins dýrasti verjuleikari.
Ein læknakanning skal gjøgnumførast, og avtalan kostar United fimm milliónir pund meira enn tann hjá Liverpool um Virgil van Dijk frá Southampton í januar í fjør. Áleið 652 milliónir krónir skal United av við.
Maguire meldaði seg sjúkan til venjing mánadagin, og Sky Sports skrivar, at hann er sera uppsettir uppá at fylgja í fótafetunum hjá hetjum hansara, Nemanja Vidic og Rio Ferdinand.
Manchester United hevur í summar keypt Aaron Wan-Bissaka og Daniel James. Í løtuni verður arbeitt uppá, at fáa Paulo Dybala úr Juventus. Talan skal verða ein býtishandil við Romelu Lukaku. Sky skrivar, at avtlan ímillum feløgini so gott sum eru uppá pláss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald