Í morgun gekk leiðin hjá føroysku kvinnunum til Íslands. Venjingardystirnar landanna millum verða leiktir á Ásvellir í Hafnafirði. Tann fyrri leygardagin og tann seinni sunnudagin kl. 17.00.
Hondbóltssambandið skrivar, at talan er um dystir, sum eru liðir í fyrireikingunum til teir fýra EM-undankappingardystirnar, sum verða í fyrru hálvu av 2020. Føroyar spæla úti og heima móti Ukraina í mars og heima móti Póllandi og úti móti Rumenia í mai.
Durita Jojic er ikki við hesuferð (Mynd: Sverri Egholm)
Íslendski venjarin hjá Føroyum, Ágúst Jóhannsson, og hjálparvenjari hansara, Sophus Dal Christiansen, hava tikið 16 leikarar út. Um hugt verður eftir listanum, er tað merkisvert, at tveir av profilunum seinastu árini, Durita Jojic og Turið Arge Samuelsen ikki eru við.
Nógvir ungir leikarar eru við: 17-ára gamla Rakul Wardum, ið gjørdi vart við í føroyska málinum til U17 EM kappingina í summar, er við á fyrsta sinni. Tað eru Karin Skylv Midjord og Ró Nielsen eisini. Veteranrin Fríða Petersen ger comeback á landsliðnum.
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, H71
Fríða Petersen, VÍF
Rakul Wardum, Skanderborg
Útileikarar:
Durita Toftum Joensen, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Marita Mortensen, H71
Karin Skylv Midjord, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Anna Brimnes, Ajax København
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Ajax København
Ró Tova Nielsen, VÍF
Lív S. Poulsen, Herning-Ikast Håndbold
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Fríða á Dunga, Neistin
Tóra Eliasen, Stjørnan
Dystirnir verða stroymdir her:
http://www.sporttv.is/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald