Fótbóltur

Leikaraleiðin kveikt venjaraneistan

31 fyrrverandi og núverandi spælarar tóku lut á “Leikaraleiðini”, sum endaði farna vikuskifti. Hetta var eitt læruríkt tíðarskeið, sigur Odmar Færø, ið av álvara umhugsar at fara venjaravegin, tá gaggurnar verða settar á hillina.

24 av teimum 31 luttakarunum, saman við undirvísarum og umboðum fyri FSF, sum hava verið við á

24 av teimum 31 luttakarunum, saman við undirvísarum og umboðum fyri FSF, sum hava verið við á "Leikaraleiðini" (Mynd: Brynhild Absalonsen)

2025-01-27 21:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Tann 25. novembur í fjør settu 31 fyrrverandi og núverandi fótbóltsspælarar seg á skúlabonk á Tórsvølli. Á skránni var eitt serligt venjaraskeið, nevnt “Leikaraleiðin”, ið Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri, og sum var ætlað spælarum við royndum frá hægri stigi, bæði í Føroyum og uttanlands, umframt landsliðsroyndir.

Og nú, tveir mánaðar seinni, hevur síðsta samlingum verið, og sum heild eydnaðist skeiðið sera væl.

Ein av luttakarunum á “Leikaraleiðini” var landsliðsspælarin, Odmar Færø, ið hevur spælt omanfyri 300 dystir í fremstu deildini, og higartil er skrásettur fyri 62 A-landsdystir fyri Føroyar.

– Hetta var eitt læruríkt tíðarskeið, við sera góðum undirvísarum. Tað er stórur munur at vera spælari og venjari, og tað kom eisini greitt fram á skeiðnum, sigur Odmar Færø, ið umhugsar at fara venjaraleiðina, tá hann einaferð gevst at spæla fótbólt.

– Ja, tað rokni eg við at eg fari. Tað verður í øllum føri ringt at sleppa fótbóltinum heilt, so tað er als ikki óhugsandi at eg gerist venjari, og tá verður hetta skeiðið heilt víst í amboðskassanum.

Eisini fyri FSF eydnaðist skeiðið sera væl, og nú verður umhugsað at hava eitt líknandi skeið fyri kvinnur, ið hava royndir frá hægri stigi sum spælarar.

– Hetta var eitt sera áhugavert og spennandi skeið, ið hevði til endamáls at fáa fyrrverandi og núverandi spælarar at luttaka, og tað eydnaðist eisini til fulnar. Vónandi hava vit kveikt ein neista, so fleiri av hesum fara á B4 venjaraútbúgvingina, sum eftir ætlan byrjar í vár, sigur Jógvan Martin Olsen, ið var ein av undirvísarunum á “Leikaraleiðini”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder