Nú eingir dystir verða leiktir í Betrideildini í hesum mánaðunum og helst í rímiliga langa tíð frameftir, missa føroysk feløg inntøkur.
Í ÍF-hópinum er avgerð tikin um, at frásiga sær part av lønini fyri mars.
Liðformaðurin Jan Ellingsgaard kunnar um hetta á heimasíðu felagsins:
- Vit, í Betri-hópinum hjá monnum, hava arbeitt hart móti at gerast klárir til kappingarbyrjan, sum skuldi verða fyri tveimum vikum síðani. Vegna korona-farsóttina er enn ógreitt, nær hetta verður. Farsóttin ávirkar gerandisdagin hjá okkum øllum, og halda vit leikarar tí forminum við líka við sjálvvenjingum fyribils.
Vit eru sera góðir við okkara felag – ÍF. Tí hava vit leikarar og venjarar sjálvir tikið stig til at frásiga okkum part av okkara lønum í mars. Hesum hava vit boða nevndini frá í dag. Somuleiðis skal tað sigast, at eg eri biðin um at skriva um hetta til tykkum fjepparar.
Tíbetur vísir tað seg, at vit standa sera væl saman í tíðum sum hesum. Vónandi gerst hetta ”korona-tíðarskeiðið” ikki ov langdrigið, so vit kunnu koma í okkara vanligu gerandisdagsrútmu aftur, og bólturin aftur kann fara á rull.
Les eisini: Leikarar hjá Monchengladbach frásiga sær part av lønini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald