Fótbóltur

Leikararnir hjá Bolton farnir í verkfall

Eingin løn fyri mars er útgoldin, og tí verður dysturin móti Brentford í dag av ongum.

Heimavøllurin hjá Bolton verður ikki karmur um Championship-dyst í dag sum ætlað

Heimavøllurin hjá Bolton verður ikki karmur um Championship-dyst í dag sum ætlað

2019-04-27 14:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bolton var fyrstu mongu árini av hesari øldini í Premier League. Men eftir niðurflytingina í 2012 hevur tað gingið illa hjá felagnum, ið seinastu árini hevur verið illa fyri fíggjarliga. Tað gekk heilt galið í 2015-2016, tá Bolton eisini flutti niður í triðbestu deildini.

Liðið fótaði sær og flutti upp, og fíggjarliga støðan betraðist. Men hetta kappingarárið var nær við at felagið fór undir fyrisiting og mist 12 stig. Lánið varð afturgoldið í tøkum tíma, men trupulleikararnir halda fram, og eingin eigari er av felagnum í løtuni. 

Venjingarmiðstøðin hevur fyri kortum verið stongd, og ivi hevur verið um liðið kundi spæla nakrar dystir í mars. Ítrottarliga gongur illa; Bolton er flutt niður, og nú er vorðið ovboðið hjá leikararunum. Í gjárkvøldið avgjørdi ein samlaður leikarahópur, við stuðli frá PFA, at ikki spæla Championship-dystin móti Brentford í dag sum mótmæli.

Leikarahópurin vil ikki spæla restina av kappingarárinum, tí eingin løn er komin á kontoina fyri mars. Dysturin, sum skuldi byrjað nú klokkan 15.00, er tí avlýstur. EFL, ið er sambandið ið tekur sær av deildarfótbóltinum, góðtekur tó ikki, at teir báðir írestandi dystirnir hjá Bolton ikki verða leiktir. Teir hava givið felagnum boð um, at revsing kemur fyri ikki at møta til dystin og at nýtt dato skal finnast fyri dystin móti Brentford. Hugsast kann, at hann verður helst leiktir við ungdómsleikarum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder