Hvat gera fótbóltsleikarar tá fótbólturin liggur stillur? Tað er ymiskt, hvat yrkisleikarar kring heimin gera, og tað er ymiskt hvat teir, sum vanliga spæla í Betrideildini, hava gjørt, nú teir ikki hava fingið vant. Teir flestu hava sítt dagliga starv, og so snýr tað seg eisini um at halda seg í gongd, í tann mun sum tað ber til. Øll liðini hava allatíðina ella ein part av tíðini vant í bólkum, og annars hava leikararnir einsæris staðið fyri at hildið seg í gongd.
Tað eru fleiri, ið hava søkt um at fingið lønarískoyti frá ALS. Eitt av feløgunum, ið ikki hevur gjørt tað, er NSÍ .
- Sum skilst ynskti NSÍ ikki at royna hendan møguleikan, og um so var, hevði tað neyvan munað nakað, táið leikarnir fáa størsta partin av sínari inntøku úr øðrum høpi.
Hetta skrivar Runavíkar kommuna, ið eisini skrivar, at tað er helst ítrótturin, ið hevur fingið haraðsta skotið fyri bógvin á mentanar- og frítíðarøkinum, tí guðstænastur (og annað innan trúarlívið) og tónleikur havur verið varpaður beinleiðis á alnótini - tó uttan at áhoyrar hava verið til staðar. Hendan møguleikan hevur ítrótturin sjálvandi ikki havt.
Liðformaðurin setti seg í samband við borgarstjóran - hvat kunnu vit gera?
Runavíkar kommuna skrivar víðari á heimasíðu sínari, at fótbólturin nú á døgum er soleiðis samanskrúvaður, at feløgini, ikki minst tey ið er umboðaði í bestu mansdeildini, eru vorðin alt tyngri at reka við árunum.
- Onkustaðni eru menn sáttmálabundnir fulltíðarleikarar, men hjá t.d. NSÍ ganga leikararnir í skúla, ella eru teir dagliga á arbeiðsmarknaðinum, meðan teir fáa samsýning fyri at spæla í frítíðini. Fyrra dømi gevur møguleika fyri at stempla inn í almennar skipanir, sum ALS, men hetta hevur NSÍ ikki valt at gera.
Klæmint í dysti fyri NSÍ í Europa League (Mynd: Olaf Olsen)
Fíggjarstøðan hjá feløgunum versnar í hesum tíðum, nú m.a. inntøkur frá heimadystum eru burtur. Runavik.fo skrivar, at tað mundi vera í ljósinum av hesum, at liðskiparin á besta mansliðnum hjá NSÍ, Klæmint Andrasson Olsen, setti seg í samband við borgarstjóran í farnu viku, og spurdi um kommunan kundi lata leikararnar á besta mansliðnum fáa okkurt at gera - fyri at hjálpa felagnum. Hetta var ikki gerandiskostur, og miðskeiðis í einum fíggjarári kundi tað bara gerast umvegis eina royndarskipan.
NSÍ'arni laða nú grótgarðar leygardagar
- Stóri spurningurin var, hvussu 25 menn kundu hópast saman í einum og sama arbeiði. Fyri at halda okkum innanvert almennu tilmælini, m.a. um frástøðu, skeyt borgarstjórin upp, at gingið varð ein túr niðan um bøgarðarnar á Glyvrum, fyri at hyggja eftir, um tað kundi verið ein loysn, at laða gomlu grótgarðarnar uppaftur, har sum lið vóru á og har tað var rapað. Mentanarleiðarin, borgarstjórin, liðskiparin og grótlaðarin Emil Wang tosaðu saman um málið, og samdust um at gera eina roynd, skipaða soleiðis, at leikararnir brúka nakrar leygardagar til arbeiðið, at fáa garðarnar í upprunastand aftur, so frægt sum tað ber til. Teir fáa spjatt seg soleiðis framvið gørðunum, at vit halda okkum innanfyri tilmælini um frástøðu.
Metmálskjúttin í føroyskum fótbólt tók undir við hesum.
- Leikararnir fáa eisini venjing burturúr hesum, við at ganga oman og niðan og ikki minst av at lyfta steinarnar upp á garðin aftur - ein øðrvísi fitness-skáli. Fólkið og kommunan fær bøgarðarnar í ”seyðahøgan” í stand aftur – garðarnar, sum onkur rópti tær føroysku pyramidurnar, skrivar runavik.fo
Klæmint Andrasson Olsen starvast sjálvur sum húsavørður hjá kommununi.
Royndarskipanin verður fíggjað umvegis fornminni, skrivar Runavíkar kommunau
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald