 
                
                        
Hann var eitt skifti knýttur at høvuðsstaðarfelagnum Ajax København, ið eisini spælir í 1. division. Síðani vendi hann aftur til Hoyvíkar, ið hann umboðaði seinna part av kappingarárinum í fjør, og nú skal 22-ára gamli vongurin royna seg í øðrum felagi í næstbestu donsku deildini. 
Leivur Mortensen skal í 2021/2022 hava heimavøll í Odder, ið er áleið tjúgu kilometrar frá Århus. Landsliðsmálverjin Tórður Skorheim Guttesen, ið nú er farin aftur til Kyndil, var partur av hópinum hjá Odder fyrra partin av síðsta kappingarári.
Í vikuni hevur Odder Håndbold kunngjørt, at tveir nýggir vinstru vongleikarar nú eru í felagnum. Annar er hoyvíkingurin, ið verður lýstur sum ein sera spennnandi leikari, ið er ein tekniskt dugnaligur avsluttari, ið eisini hevur góðar dygdir í verjuspælinum 
Nevnt verður eisini, at ungi føroyingurin vanliga er partur av føroyska landsliðnum.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/10/11/890x590/h71-23.jpg)
Leivur Mortensen í flúgvandi stíli fyri H71 (Mynd: Sverri Egholm)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald