Fótbóltur

Lettland - Føroyar: Áki Samuelsen byrjar inni á fyrsta sinni

Fimm broytingar eru á føroyska liðnum í mun til dystin móti Estlandi, og Gunnar Vatnhamar verður liðformaður. Fyrsta bríksl í Riga verður klokkan 16.

Áki Samuelsen kom inn leygardagin. Talan var um fyrsta A-landsdystin hjá 22-ára gamla vonginum úr Mjällby - í dag verður Áki ímillum teir fyrstu ellivu, ið Eyðun Klakstein og Atli Gregersen senda á vøllin ímóti Lettlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Áki Samuelsen kom inn leygardagin. Talan var um fyrsta A-landsdystin hjá 22-ára gamla vonginum úr Mjällby - í dag verður Áki ímillum teir fyrstu ellivu, ið Eyðun Klakstein og Atli Gregersen senda á vøllin ímóti Lettlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

2026-06-09 15:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 16:00 fer manslandsliðið á vøllin aftur, tá Lettland tekur ímóti LNK Stadion í Riga.

Sí eisini: Royna seg í Riga klokkan 16

Fótbóltssamband Føroya kunnar um, at samanborið við dystin farna leygardag, tá Føroyar taptu 1-0 fyri Estlandi, hava Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, og Atli Gregersen, hjálparvenjari, gjørt fimm broytingar í byrjunaruppstillingini.

Út eru farnir Jóannes Kalsø Danielsen, Viljormur Davidsen, Brandur Hendriksson Olsen, Hanus Sørensen og Petur Knudsen. Í teirra stað koma Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Géza Dávid Turi, Áki Samuelsen og Adrian Justinussen.

Liðið, ið byrjar á vøllinum sær soleiðis út: Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jann Benjaminsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, ið eisini er liðformaður, Gullbrandur Øregaard og Martin Agnarsson.

Á føroyska miðvøllinum vera Árni Frederiksberg, Géza Dávid Turi, Jákup Biskopstø og Áki Samuelsen, og fremsti maður verður Adrian Justinussen.

Føroyar (5-4-1/3-4-3):  Bárður á Reynatrøð - Jann Julian Benjaminsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar )L) Gullbrandur Øregaard, Martin Agnarsson - Árni Frederiksberg, Géza Dávid Turi, Jákup Biskopstø Andreasen, Áki Samuelsen - Adrian Rúnason Justinussen.

Eykamenn eru Ari í Haraldstovu Petersen, Silas Eyðsteinsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Ari Olsen, Arnbjørn Svensson, Viljormur Davidsen, Noah Mneney, Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen, Petur Knudsen og Páll Andrasson Klettskarð.

Avspark er klokkan 16:00, og dysturin kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Til ber eisini til at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder