Annað

Leynavatnstevnan verður sum ætlað

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag boðar frá, at stevnan verður sum ætlað komandi vikuskifti.

Mynd frá kappríðingini við Leynavatn í 2015 (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

Mynd frá kappríðingini við Leynavatn í 2015 (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

2021-06-13 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leynavatnstevna, sum fyri nógv reiðfólk er hæddarpunktið á árinum, er á skrá næsta vikuskifti, og nevndin í Føroya Ríðingarfelag boðar frá, at stevnan verður.

Í samráð við koronavegleiðingina og Pál Weihe er avgjørt, at stevnan kann haldast sum vanligt, eins og hon hevur verið hildin síðan 1970, skrivar Ríðingarfelagið á heimasíðuna.

Tað sum bjargar Leynavatnstevnuni er, at øll tiltøk eru úti, og at óv mikið av plássi er til fólk.

Byrjað verður fríggjakvøldið, tá reiðfólk hittast í Havnardali og saman á rossabaki halda leiðina norður til Leynavatn. Leygardagin verður so kappríðing, og endar tað, sum vant, við báli um kvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder