Fótbóltur

Liðformaðurin heldur fram

Mr. HB, kallar heimasíða felagsins hann. Jógvan Rói Davidsen hevur spælt á besta liðnum hjá HB í yvir tíggju ár, men hann hevur ivast í, um hann skal halda fram á hæsta stigi.

Jógvan Rói í ferð fram eftir síðulinjuni, sum vit so ofta hava sæð hann. Her móti finska HJK Helsinki í Champions League í fjør sumar (Mynd: Olaf Olsen)

Jógvan Rói í ferð fram eftir síðulinjuni, sum vit so ofta hava sæð hann. Her móti finska HJK Helsinki í Champions League í fjør sumar (Mynd: Olaf Olsen)

2020-01-11 11:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hann var ein av bara tveimum spælarum, ið stóð á bæði fyrsta og síðsta dómaraseðlinum í júst farna áratíggju. Í 2010 var tað bert hansara triði dystur á besta liðnum og tann fyrsti frá byrjan. Síðani tá er skeggið blivið síðari, og talið av dystum í bestu deildini er blivið til 199. Og mín sann um hann ikki eisini ætlar sær at runda teir 200 dystirnar, tí Jógvan Rói hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við okkum.

Soleiðis skrivaði heimasíðan hjá HB í gjárkvøldið, í samband við at felagið kunngjørdi, at 29-ára gamli høgri bakkurin hevur gjørt nýggjan sáttmála. 

– Eg havi umhugsað støðuna eitt sindur, men um eg skal spæla, so er tað her. Fótbólturin krevur nógv, og tað skal takast atlit til arbeiði og familju. Men nú gleði eg meg bara at koma í gongd, sigur Jógvan Rói.

[object Object]
Jógvan Rói við Løgmanssteypinu eftir finalusigurin á Víkingi í fjør (Mynd: Bjarni Enghamar)

Jógvan Rói Davidsen hevur altíð umboðað HB. Í 2018 gjørdist orkumikli og ágrýtni bakkurin føroyameistari á triðja sinni, og tá lyfti hann FM-steypið sum liðformaður. Í fjør lyfti hann løgmanssteypið sum fyrsti HB-leikari í 15 ár.

Í seinnu hálvu í fjør var Jógvan Rói fyri fyrstu ferð í langa tíð ikki fyrsta val á høgra bakki, og skal í ár helst kappast um plássið við Hera Hjalt Mohr, ið er komin aftur úr AB. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder