Fótbóltur

Liðið hjá Mikkjali vendi tí á villan hátt

AIK var aftanfyri 1-3, tá tjúgu minuttir vóru eftir, men tað endaði 4-3 í Stokkhólmi. Harvið fult stigatal eftir tvey umfør - sí hæddarpunkt her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-04-06 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrsta umfari í Allsvenskan avgjørdi AIK í yvirtíðini í Göteborg, og í 2. umfari varð tað uppaftur meira dramatiskt - hóast sigursmálið hesaferð kom ein minutt áðrenn.

Talan var um javnan dyst, men liðið hjá Mikkjali Thomassen var í trupulleikum á heimavølli móti IFK Norrköping seinnapartin.

Christoffer Nyman skoraði tvey mál fyri útiliðið innan tíggju minuttir. Tað seinna var til 3-1, tá tjúgu minuttir vóru eftir.

Harvið hevði AIK stóran skund, og tí var gott at fáa sett John Guidetti inn. Royndi áleyparin skoraði stutt seinni eitt flott mál, og so var av álvara lív í.

Teir flestu av teimum 38.500 áskoðarunum fingu meira at fegnast um seinastu fimm minuttirnar, tá AIK skoraði tvær ferðir - í báðum førum kom bólturin heldur tilvildarliga til málskjúttan, men liðið hjá føroyska venjaranum søkti tað, og fekk løn fyri stríðið.

Sí hæddarpunkt ovast ella HER

AIK er eitt av trimum liðum, sum hevur fult stigatal eftir tvey umfør í Allsvenskan. Næsta mánakvøld er stóruppgerð á skránni á Strawberry leikvøllinum í Stokkhólmi, tá meistararnir úr Malmö vitja liðið hjá Mikkjali Thomassen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder