Vilhelm Poulsen hevur í ár verið einasta føroyski spælarin í bestu donsku mansdeildini. Tað hevur gingið rímiliga væl persónliga hjá Vilhelmi, men Lemvig-Thyborøn hevur liðið í tyngra endanum alt árið, og seinnapartin varð niðurflytingin staðfest.
Tað var toppur ímóti botni í Aalborg í seinasta dystinum í grundspælinum. Útiliðið, sum tryggjaði sær lívlinju mikudagin, skuldi vinna og samstundis hava hjálp frá Fredericia. Tað eydnaðist eisini Fredericia at vinna á tættasta kappingarneytanum hjá Vilhelmi og teimum, Nordsjælland, men Lemvig-Thyborøn gjørdi ikki sítt.
Tað hevði eisini verið ein stórur skelkur, um tað hevði endað við sigri til gestirnar. Gamaní hevði Aalborg einki at spæla fyri, og oddaliðið var uttan millum annað Mikkel Hansen. Liðið hjá Vilhelmi fylgdi væl við fyri steðgin, og tað var 15-15, tá liðini fóru at hvíla seg.
Í seinan hálvleik var Aalborg tó greitt omaná og skoraði heili 20 mál. Samanlagt endaði tað 35-28, og Lemvig-Thyborøn endaði harvið aftast í grundspælinum. Liðið var einasti beinleiðis niðurflytarin.
Vilhelm Poulsen skoraði ikki nakað mál í dag, men 24-ára gamli hoyvíkingurin legði upp seks ferðir.
Tað er lítið, sum bendir á, at føroyingurin fer at spæla í felagnum næsta ár, hóast ein "optión" er í sáttmálanum at leingja. Landsliðsspælarin hevur verið í Lemvig-Thyborøn í tvey kappingarár, har hann var nógv skaðadarvaður fyrra árið.
Vilhelm Poulsen hevur helst ikki størsta hugin at verða í Norðurjútlandi og spæla í 1. Division, og sambært upplýsingum hjá Portalinum hevur Vilhelm fleiri tilboð - landsliðsbakkurin kann enda aðrastaðni í Danmark ella fara longur suðureftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald