Aftur í ár merkja tey trupulleikan í Suðuroynni, at liðini úr meginøkinum ikki møta upp til ítróttardystir og kappingar í oynni.
Í dag var hondbóltur á skránni í Vágs Høll frá kl. 10 til kl. 17, har 13 dystir skuldu spælast. Tá samanumkom avlýstu flest øll liðini at koma suður, og í staðin fyri 13 dystir, eru tað nú 3 dystir í Vágs Høll, skrivar Suðuroyarportalurin á heimasíðuni.
Suðurrás skrivar víðari, at eitt stórt ferðalið av ítróttarfólkum úr Suðuroynni er norðanfjørðs í dag. Bara hjá VB fóru eini 60 ítróttarfólk norður við Smyrli í morgun til hondbóltsdystur norðanfjørðs.
- Trupulleikin er ikki nýggjur, men er afturvendandi ár um ár, á sumri sum vetri. Nú mugu HSF, FSF og onnur á banan og krevja av feløgunum, at tey møta upp til dystir í Suðuroynni. Lat tað verða sagt, at tað sjálvandi er í lagi at avlýsa um t.d. illveður er. Tað er ikki støðan í dag, skrivar Suðuroyarportalurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald