Fótbóltur

Liðskiparin í Fuglafirði hevur longt

Karl Abrahamsson Løkin er júst komin uppum 300 dystir í Betrideildini. Í 2024 fer 32-ára gamli stríðsmaðurin undir sítt tólvta kappingarár fyri ÍF - argentinin Elvio Gelmini heldur eisini fram.

Karl Løkin fegnast eftir ógvuliga týdningarmikla brotssparkið, sum hann skoraði móti TB í næstseinasta umfari, 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Karl Løkin fegnast eftir ógvuliga týdningarmikla brotssparkið, sum hann skoraði móti TB í næstseinasta umfari, 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-26 19:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jólagávan til ÍF-fjepparar kom sjálvan jólaaftansdag, tá sáttmáli varð kunngjørdur við 32-ára gamla liðformannin.

- Karl og ÍF hava gjørt avtalu fyri komandi kappingarár. Hóast Karl er uppvaksin í NSÍ, so fer hann undur sítt 12. kappingarár fyri ÍF. Karl hevur hesi árini leikt heili 283 dystir fyri ÍF. Vit eru sera errin av at Karl tekur enn eitt ár fyri ÍF.

Soleiðis skrivar ÍF á Facebook-síðu sínari.

Karl Abrahamsson Løkin fekk sín fyrsta dyst í fremstu røð í Føroyum í 2010 - fyri NSÍ móti ÍF. Hetta vísir FaroeSoccer. Hann var við at vinna Løgmanssteypið fyri barndómsfelagið í 2017. Fyriuttan eitt stutt skifti í Víkingi og í donskum fótbólti, hevur Karl Løkin umboðað NSÍ ella ÍF.

Seinastu árini hevur Karl verið liðformaður í Fuglafirði, og timburmaðurin hevur spælt meira í miðverjuni enn á miðvøllinum seinastu tvey árini. Í ár spældi hann samanlagt 27 dystir og skoraði tvey mál fyri ÍF - tað seinna bjargaði í roynd og veru ÍF lívinum í Betrideildini, tí tað var brotsspark í yvirtíðini í næstseinasta umfari móti tætta kappingarneytanum, TB.

[object Object]
Karl eftir stóru løtuna og sigurin á TB (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Karl Løkin og systurin Elin Løkin hvør sínumegin formann felagsins, Georges Rouah (Mynd: ÍF)

Í 2024 skulu Karl Løkin og liðfelagirnir royna at vinna sær støðufesti í Betrideildini.

Elvio Gelmini verður helst ein umráðandi brikkur í hesum. 27-ára gamli argentinin spældi í Fuglafirði í fyrru hálvu í 2022, tá ÍF var í 1. deild, og var á liðnum alt 2023. Hart arbeiðandi miðvallarin/verjuspælarin hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 42 dystir fyri ÍF seinastu 2 árini, og fyri jól gjørdist endaliga greitt, at Elvio heldur fram í Fløtugerði.

[object Object]
Georges Rouah og Elvio Gelmini (Mynd: ÍF)

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder