Føroyar leggja nakað meir press á í seinna hálvleiki. Ikki bara frá spælarunum, men eisini trummirnar og rópini frá viðhaldsfólkunum larmaðu meir í seinna hálvleiki. Tó til fánýtis, tí ongin skotroynd á mál spurdist burturúr.
Grikkaland var greitt omaná, hvat leikligu yvirvágini viðvíkur.
Grikkar høvdu fleiri skotroyndir, harav fleiri vóru væl blokeraðar av føroysku verjuni. Tó kom skot úr 20 metrum frá Georgios Koutsias í 51. minutti, har hann heldur tilvildarliga fekk sett fótin á bóltin, og við ikki serliga hørðum skoti, setti bóltin í netið. Nógvir leikarar stóðu fyri, so á onkran hátt varð útsýnið hjá Ari Petersen í føroyska málinum avmarkað, og fekk tískil ikki kasta seg eftir bóltinum í røttu tíð.
Grikkaland leggur seg fram um 4-0 tá ein góður tími var farin. Eitt heldur løgið mál. Hornaspark var og Ionnis Niarchos fekk stútað bóltin, føroyski málverjin fekk loftað bóltinum móti yvirleggjaranum, men í ósketni misti hann bóltin í málið.
Fleiri skotroyndir vóru frá grikkum, men føroysku leikararnir fingu tíverri onga vandamikla skotroynd.
Nógv av álopsspælinum hjá Føroyum fór gjøgnum vinstru síðu, bygt upp av Martin Agnarssyni. Sama maður fekk roynt seg við skotroynd inni í grikska brotsteiginum, men bólturin fór nakað væl uppum málið og útum leikøkið.
Síðsta vandamiklað skotroynd frá Grikkalandi fekk Ari í Haraldsstovu bjargað í stórum stíli. Hetta skotið kom úr stuttari frástøðu.
Hesir byrjaðu inni fyri Føroyar (3-4-3 / 5-4-1):
Ari Petersen (MV) - Mikkjal Hellisá, Børge Petersen (L), Ejvind Mouritsen - Martin Agnarsson, Heini Sørensen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Ási Dam - Olaf Bárðarson, Jørgen Nielsen, Leivur Guttesen
Hesir vórðu innskiftir:
Beinir Nolsøe (65' fyri Olaf Bárðarson), Emil Weihe Joensen (78' fyri Mikkjal Hellisá), Bergur Poulsen (78' fyri Leivur Guttesen), Jens Erik Bruhn (78' fyri Heina Sørensen) og Gutti Dahl-Olsen (85' fyri Jørgen Nielsen.
EM undankapping U21 dreingir, bólkur G
Týsdagin 10.09 kl. 17:30
Føroyar - Grikkaland 0-4
Les eisini: Samanumtøka av fyrra hálvleiki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald