Kanska hetta var ein góður venjingardystur móti Íslandi við Tjarnir í kvøld.
Føroysku venjararnir fingu roynt allar sínar spælarar. Og liðið vísti seg at virka væl í verjuspæli.
Avbjóðingarnar eru í hinum endanum. Ov nógv skot verða kiksað. Og kanska avhongur ov nógv spæl av ov fáum leikarum.
Føroyska spælið er enn ov tengt av, at spælið hjá Súnu og Janu og til deils eisini Maria riggar.
Næsta uppgáva verður fyrsti HM-endakappingardystur í føroyskari hondbóltssøgu, tá føroysku kvinnurnar spæla ímóti Montenegro í Trier Arena mikukvøldið klokkan 19.30 okkara tíð.
Spennandi verður, um Føroyar hava funnið loysnir í álopinum til ta tíð.
Føroyska verjan hevur í hvussu so er fingið góða venjing í dag.
HM-fyrireikingardystur
Leygardagin 22. november við Tjarnir
Føroyar - Ísland 25-28 (11-13)
Meira úr høllini við Tjarnir seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald