Oyggjaleikir 2023

Líggjas Joensen bar vatnið

Oyggjaleikirnir verða settir á Guernsey í kvøld.

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2023-07-08 19:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Setanin av oyggjaleikunum á Guernsey er í gongd í løtuni í býnum St. Peter Port.

Ein siðvenja er, at vatn frá øllum luttakandi oyggjunum, verður stoytt í eitt felags kar.

Og tað var yngsti føroyski íðkarin í hópinum hesaferð, 14 ára gamli svimjarin, Líggjas Joensen úr Ægir, sum fekk heiðurin at stoyta vatnið.

Vatnið hesaferð er tikið úr Svartafossi í Havn.

Í morgin fara fyrstu kappingarnar í gongd og leikirnir byrja av álvara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder