Um vikuskiftið megnaði Líggjas Joensen at vinna trý gullheiðursmerki og eitt úr silvuri á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil í Esbjerg, við sera stórum betringum av sínum bestu tíðum.
Hartil svam Líggjas tvær ferðir undir kravtíð hjá altjóða svimjisambandinum til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil 2024, við tíðum sum rukku til gullnál við stjørnu frá Svimjisambandi Føroya.
Øll úrslitini eru greitt undir kravtíðirnar til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í Vejle, fyrst í desember, umframt til Oyggjaleikir á Guernsey í juli 2025, skrivar Svimjing.com.
Líggjas er úr Gøtu og upprunaliga úr Svimjifelagnum Reysta, til hann fyri árum síðani skifti til Ægir. Nú býr hann í Aalborg og venur og kappast við Aalborg Svømmeklub.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald