Gestirnir hjá KÍ í kvøld eru ikki hvørjir sum helst. Lille vann franska meistaraheitið í 2021 frammanfyri millum annað PSG. Gamaní hava nógvar broytingar verið í hópinum síðani, men hetta er eitt av ovaru liðunum úr tí á pappírinum fimtsterkastu deildini í Evropa, og virði á hópinum er ógvuliga stórt.
- Tað eru nógvir ungir spælarar í hópinum, ið nú fáa møguleikan at vísa seg á høgum stigi. Eg minnist sjálvur, tá eg var 21-ára gamal og skuldi spæla í Champions League fyri fyrstu ferð. Eg var nervøsur, men tað var fantastiskt og læruríkt. Nú eri eg til reiðar at læra frá mær.
Orðini eigur Vito Mannone. 35-ára gamli italumaðurin sipar til tíðina í Arsenal, sum hann umboðaði í fleiri ár. Mannone hevur nógvar royndir úr enskum fótbólti og eisini úr USA og Danmark. Síðstu árini hevur Mannone spælt í Fraklandi, og á tíðindafundinum í gjár varð staðfest, at hann fær sín fyrsta almenna dyst fyri Lille á Tórsvølli.
Royndi Vito Mannone skal royna at hjálpa ungu spælarunum á liðnum og royna at steðga Árna Frederiksberg, Páll Klettskarð og hinum í bláum. (Mynd: Sverri Egholm)
Hann segði seg vera spentan at endliga spæla dyst - hevur verið eykamálverji higartil í ár - og at talan uttan iva verður um ein truplan dyst móti einum vælskipaðum liði, sum júst hevur vunnið meistaraheitið fyri triðju ferð á rað.
Venjarin Pablo Fonesca byrjaði eisini við at ynska KÍ tillukku við sínum meistaraheitið. Síðani staðfesti portugisisiki venjarin, at hann fer at gera broytingar – millum annað ætlar hann at spæla við fleiri ungum spælarum móti KÍ.
- Ikki tí at hetta endliga er ein lættur dystur. Men heldur at tað er ein øðrvísi dystur, og vit vilja lata ymiskar aðrar, sum hava uppiborið tað, royna seg.
Pablo Fonesca (Mynd: Sverri Egholm)
Nakrir spælarar hjá Lille eru heldur slitnir í løtuni, segði venjarin, sum áður hevur staðið á odda fyri millum annað Roma, Porto og Shakhtar Donetsk.
Fonesca staðfesti millum annað, at stjørnuáleyparin Jonathan David ikki spælir frá byrjan. Kanadiumaðurin hevur eitt virði á 60 milliónir evrur og hevur í summar verið settur í samband við millum annað Real Madrid og Tottenham. Í fjør skoraði hann 24 mál í League 1 - bert Kylian Mbappé og Alexandre Lacazette skoraði fleiri.
Lille hevur eisini nakrar skaðar. Samuel Umtiti, við fortíð í Barcelona, er ein av teimum, ið situr heima. Í mun til fyrireiking, væntanir og styrkir hjá KÍ, sum Portalurin spurdi um, svaraði høvuðsvenjarin soleiðis:
- Vit fyrireika okkum sum vanligt, hóast hetta ikki eru yrkisspælar. Eg eri vísur í, at teir fara at geva okkum veruligar trupulleikar. Vit hava sæð, at teir eru ógvuliga stinnir í verjustøðu og “ekstremt” sterkir uppá deyðbóltar. So er KÍ eisini eitt ágangandi lið, og har eru nakrir veruligir stríðsmenn á liðnum.
Sí eisini: Jonathan Johansson: - Verjuspælið og deyðbóltarnir eru lyklanir
Annars varð staðfest, at Lille vil og skal víðari í bólkinum, umframt kappast í oddinum í Fraklandi. Eisini eru teir í fronsku leguni ikki vanir við graslíki og hava ikki tíð til "sightseeing" í Føroyum - tó sær tað ógvuliga vakurt út og minnir um støði í Portugal, segði Fonesca smílandi.
KÍ og Lille spæla í øðrum umfari í Conference Legue bólkaspælinum í kvøld klokkan 17.45. Atgongumerki kunnu keypast her. Dysturin sæst á TV2 Sport C/TV Play. Portalurin verður til staðar á Tórsvølli.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald