Hondbóltur

Linkaðar treytir til lesandi leikarar

Fleiri føroyingar sum eru lesandi í Danmark og spæla hondbólt fara nú aftur at spæla í Føroyum - íhvussu er í eina tíð. Føroyskir leikarar skulu, orsakað av koronustøðuni í Danmark, einans bíða 14 dagar frá seinasta dysti, til teir eru tøkir fyri nýtt felag.

2021-01-20 14:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú ungdómskappingingarnar og lægri deildirnar í Danmark hava ligið stillar í longri tíð, vegna korona, eru fleiri leikarar, sum eru lesandi í Danmark, komnir heim og hava skift aftur til føroysk feløg.

Óvist er nær og um donsku kappingarnar fara í gongd aftur, og hevur Hondbóltssambandið fingið nógvar fyrispurningar um treytir viðvíkjandi skifti millum føroysk og donsk feløg.

Vanliga skal ein amatør/lesandi leikari bíða 30 dagar frá seinasta dysti til leikarin kann umboða nýtt felag. DHF hevur nú boðað frá, at føroyskir leikarar einans skulu bíða 14 dagar, um teir skifta aftur frá føroyskum til donsk feløg.

Hondbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder