Fótbóltur

Lionel Messi vann Ballon d’Or fyri sættu ferð

Argentinska fótbóltsstjørnan setti harvið met sum tann, ið hevur vunnið Ballon d’Or oftast.

Lionel Messi við sínum sætta gullbóltið (Mynd: EPA)

Lionel Messi við sínum sætta gullbóltið (Mynd: EPA)

2019-12-02 22:20 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Argentinski Lionel Messi úr FC Barcelona var í kvøld kosin heimsins besti fótbóltsleikari, tá hann fekk handað Ballon d’Or steypið.

Hetta er sættu ferð at Messi vinnur henda heiðurin, og tað ger at hann er tann sum hevur vunnið heiðurin oftast, einaferð meir enn Cristiano Ronaldo, ið hevur vunnið fimm ferðir.  

Messi fekk flestar atkvøður frammanfyri Liverpool leikaran Virgil van Dijk á øðrum plássið, og Cristiano Ronaldo úr Juventus á triðja plássið.

Lionel Messi hevur higartil í 2019 verið við í 63 málum(46 mál og 17 upplegg) fyri FC Barcelona og Argentinska landsliðið. Tað er 1,17 mál pr. dyst. Hann var eisini við til at vinna spanska meistaraheitið við FC Barcelona undanfarna kappingarár.

Ballon d’Or 2019, topp 10

1.Lionel Messi (FC Barcelona)
2. Virgil van Dijk (Liverpool)
3. Cristiano Ronaldo (Juventus)
4. Sadio Mané (Liverpool)
5. Mohamed Salah (Liverpool)
6. Kylian Mbappé (PSG)
7. Alisson Becker (Liverpool)
8. Robert Lewandowski (Bayern München)
9. Bernardo Silva (Manchester City)
10. Riyad Mahrez (Manchester City)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder