Fótbóltur

Litaviska mótstøðuliðið hjá KÍ slapp undan oddadysti millum Champions League-dystirnar

Sudava-Kauno Zalgiris er fluttur til september, so teir hjá Kauno Zalgiris hava so góðar fyritreytir sum gjørligt til avgerandi dystin ólavsøkudag. Vinnarin har skal spæla deildarspæl seinni í ár.

2026-07-28 10:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nógv uppá spæl hjá KÍ og Kauno Zalgiris í Jonava í morgin, mikudagin 29. juni.

Tað endaði 0-0 í fyrra Champions League-dystinum millum liðini og lagt er aftur upp til tættan dyst ólavsøkudag. 

Samanlagdi vinnarin fer víðari til 3. umfar í Champions League og er tryggjaður eitt evropeiskt deildarspæl í heyst og vetur. "Í minsta lagi" deildarispæli í Conference League.

Meistaradeildin í Føroyum fer í gongd aftur næsta vikuskifti, og harvið hevur KÍ eina heila viku millum hesar dystirnar í 2. umfari í Champions League.

Tað skuldi Kauno Zalgiris upprunaliga ikki hava, men litaviska fótbóltssambandið útsett landskappingardystirnar hjá liðunum, sum eruí Evropa. Sum bolt.fo skrivaði sunnudagin, er geva bestu fortreytir til seinnu altjóða dystirnar í hesi viku.

Kauno Zalgiris skuldi spæla oddadyst móti Sudava, men ístaðin er hesin dysturin nú á skránni 9. september.

Øll segl hjá litaviska meistaraliðnum eru sett inn til at basa KÍ, nú so nógv er uppá spæl.

Champions League 2. umfar
Seinni dysturin, mikudagin 29. juli í Jonava
17.00: Kauno Zalgiris - KÍ (0-0)

Samanlagdi vinnarin fer víðari til 3. umfar í Champions League og skal við vissu spæla okkurt evropeiskt deildarspæl í heyst og í vetur

Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - leinkja til stroyming kemur eisini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder