Wien, Eysturríki (Portalurin og FM1): - Tað hevur millum annað gjørt mun, at nógvar spæla uttanlands, og liðið hevur lyft seg.
Hetta staðfesti Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, tá Portalurin tosaði við vestmannakvinnuna á flogvøllinum í Kastrup. Kvinnulandsliðið er á veg til Montenegro, og nú verður bíðað í eysturríkska høvuðsstaðnum.
Lív er ein av mest royndu spælarunum á liðnum, og hon staðfestir stóru menningini, eftir at Føroyar aftur hava spælt til eitt endaspæl - hesaferð við at í minsta lagi enda nummar tvey í bólkinum.
Sí eisini: Staðfest: Føroyar skulu til EM-endaspælið í desember'
- Nú spæla vit síðsta dystin uttan at hugsa nógv um úrslitið, men vit skulu avrika væl og byggja uppá áðrenn EM-endaspælið, sigur 24-ára gamli høgri vongurin á landsliðnum.
Lív Poulsen og hinar vandu í Valby fyrr í dag og lenda eftir ætlan í Montenegro stutt fyri midnátt.
Les eisini: Drúgvur føroyskur ferðadagur fyri framman
Meira úr føroysku leguni í morgin - millum annað við beinleiðis sending á FM1 klokkan 11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald