Fótbóltur

Liverpool á meistarakós

Nú sjey stig frammanfyri Chelsea ið snávaði á heimavølli í gjár. Marran hjá Manchester-feløgunum heldur fram - Nottingham vann fjórða dystin á rað og er á 3. plássi.

Mohammed Salah, sum er í gongd við eitt frálíkt kappingarár, staðfesti enn ein Liverpool-sigur í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Mohammed Salah, sum er í gongd við eitt frálíkt kappingarár, staðfesti enn ein Liverpool-sigur í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2024-12-27 10:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Siðvenjan við nógvum Premier League-dystum 2. jóladag heldur fram. Úrslitini í gjár vóru hesi:

Manchester City - Everton 1-1
Bournemouth – Crystal Palace 0-0
Chelsea – Fulham 1-2
Newcastle – Aston Villa 3-0
Nottingham Forest – Tottenham 1-0
Southampton – West Ham 0-1
Wolverhampton – Manchester United 2-0
Liverpool – Leicester City 3-1

Chelsea við nógvu dýrtkeyptu spælarunum - millum annað Cole Palmer - var leingi á sigurskós móti Fulham, men í 82. minutti og í yvirtíðini sló útiliðið til á Stamford Bridge.

Liverpool tók av seinni um kvøldið og økti um leiðsluna í oddinum. Uppflytarin Leicester legði seg annars á odda eftir fimm minuttir á Anfield, men mál frá Cody Gakpo, Curtis Jones og Mohammed Salah syrgdi fyri 3-1 sigri og trimum stigum afturat til liðið hjá Arne Slot.

Harvið hevur Liverpool sjey stig niður til Chelsea á 2. plássinum. Umframt hetta hevur liðið eisini spælt ein dyst færri, og harvið byrjar tað av álvara at anga av meistaraheiti nummar tvey seinastu fimm árini á Anfield. 

[object Object]
Støðan í Premier League

Arsenal - og serliga Manchester City - hava ikki livað upp til vónirnar higartil í kappingarárinum. Fyrrnevnda hevur spælt ov nógvar javnleikir men kann í kvøld minka um munin upp til Liverpool (minka til seks stig) við sigri á heimavølli móti uppflytaranum Ipswich.

Manchester City hevur vunnið fýra meistaraheitið á rað, men er nú 14 stig frá Liverpool. Eftir 1-1 javnleikin móti Everton í gjár er greitt, at liðið hjá Pep Guardiola bert hevur vunnið ein av sínum seinastu 13 dystum í øllum kappingum. Bernardo Silva legði annars heimaliðið á odda tíðliga í dystinum, men Everton svaraði aftur og fekk sín triðja flott javnleik á rað - Chelsea og Arsenal beint fyri jól. Jordan Pickford bjargaði brotssparki hjá Erling Haaland stutt eftir steðgin, og meira at klóra sær í nakkanum av hjá Pep Guardiola.

Sí eisini: Manchester City hevur stórar avbjóðingar

Aðrastaðni í býnum hugsar Ruben Amorim kanska eitt sindur um, hvat hann man hava sagt ja til. Tað er eydnast honum at vinna á júst Everton og Manchester City, síðani portugisin tók við í november, men við 2-0 tapinum fyri Wolves, ið lá á 18. plássi, hevur Manchester United tapt fýra av teimum seinastu Premier League-dystum og liggur á 14. plássi - nærri niðurflytingini enn Champions League-plássi. Liðformaðurin Bruno Fernandes fekk sítt seinna gula kort beint eftir steðgin, og Wolves kom á odda við beinleiðis hornasparki.

Tað gongst heldur ikki serliga væl hjá Tottenham, sum í gjár tapti 1-0 fyri Nottingham Forest. Fjórði sigurin á rað hjá Nottingham og tann fimti í seinastu seks dystunum hjá felagnum, sum nú, ógvuliga óvæntað, er á 3. plássi. 

Dystirnir í dag, 27. desember:
19.30: Brighton – Brentford

20.00: Arsenal – Ipswich

Talan er um umfar nummar 18 av 38 í Premier League 2024/2025

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder