Liverpool vann 2-0 ímóti Cardiff í dag og eru sostatt aftur á fyrsta plássi í Premier League. Dysturin var á heimavøllinum hjá Cardiff, men Liverpool var leikliga omaná so at siga allan dystin.
Tað tók tó heldur langa tíð, áðrenn Liverpool legði seg á odda. Tað hendi í 56. minutti, tá hálendski leikarin Georginio Wijnaldum førdi bóltin inn eftir frálíkt hornaspark, sum Trent Alexander-Arnold skjeyt. Eftir fyrsta málið hevði Cardiff onkran góðan møguleika at javna, áðrenn Liverpool fekk tamarhald á dystinum aftur.
Í 82. minutti avgjørdi James Milner dystin við brotssparki, sum hann trygt setti inn. Tað var Mohammed Salah, sum fekk brotssparkið, eftir at hann varð hálaður niður í brotsteiginum.
Arsenal kundi leggja frástøðu til Chelsea og Manchester United við at vinna á Crystal Palace, eftir at Manchester United taptu 4-0 ímóti Everton. Men teir snávaðu og taptu dystin 2-3 á heimavølli. Tí er enn stórur spenningur um, hvør fer við øllum plássunum í top-seks kappingini.
Mikudagin spæla Manchester City og Manchester United grannauppgerð, sum kann gerast rættiliga avgerandi fyri, hvør vinnur meistaraheitið í ensku kappingini. Liverpool er fremst við einum stigi, men teir hava leikt ein dyst meira enn Manchester City. Hinvegin er dysturin eisini týdningnarmikil fyri Manchester United, sum enn er við í kappingini um triðja og fjóra pláss, sum gevur atgongd til Champions League kappingina næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald