Tað var so at siga sama søgan í kvøld, sum tað vanliga er, tá Arsenal vitjar á Anfield. Ikki tað at Arsenal tapti greitt á máltalvuni, men Liverpool var bara sterkari og meira kyniskt.
Talan var um tann seinasta av seks dystum í Premier League í dag. Mest merkisverda úrsliti fyrr í dag var, at Crystal Palace vann 2-1 á Old Trafford.
Sum so ofta fyrr, legði Liverpool út sum eitt óløgi á Anfield. Arsenal hevði trupulleikar við fáa luft og yvirhøvur fáa tamarhald á bóltinum. Tað gekk tó væl at avvísa mongu innleggunum, og so smátt byrjaði útiliðið at hótta. 72-millióna pund maðurin, Nicholas Pépé, var fyri fyrstu ferð við frá byrjan og við hansara ferð gjørdi hann lívið trupult fyri Liverpool nakrar ferðir. Beint eftir hálva tímarn burdi hann lagt Arsenal á odda, og hann hevði, saman við skjóta Aubameyang, aðrar góðar støður.
(Nicholas Pepe var eyðsýndur og vandamikil í 1. hálvleiki - Mynd: EPA)
Liverpool hevði heldur ilt við skapa opnar málmøguleikar, men stutt fyri hálvleik kom eitt øðiligt trýst, og Joel Matip fekk stútað hornasparksinnleggi frá Alexander-Arnold. Frá byrjan av í 2. hálvleiki var liðið hjá Klopp eisini heilt omaná, og Mohammed Salah vísti tvær ferðir veruligasínar dygdir og sítt frálíka vinstrabein. Fyrst við at smekka eitt brotsspark upp í málhornið, og síðani at trekkja seg leysan í brotsteignum, og trygt leggja bóltin niður í longra hornið.
(Salah var sera tryggur úr ellivu metrum - Mynd: EPA)
Arsenal fekk pyntað um støðuna, men Liverpool kundi eisini skorað fleiri mál, og sigurin kom ongantíð í vanda. Harvið er Liverpool komið frágerða væl frá byrjan og er trý stig frammanfyri Arsenal nú.
Leygardagin 24/8:
Liverpool - Arsenal 3-1 (1-0)
Joel Matip 1-0
Mohammed Salah 2-0
Mohammed Salah 3-0
Lucas Torreira 3-1
Manchester United - Crystal Palace 1-2 (0-1)
Jordan Ayew 0-1
Daniel James 1-1
Patrick Van Aanholt 1-2
Brighton - Southampton 0-2 (0-0)
Moussa Djenpo 0-1
Nathan Redmond 0-2
Sheffield United - Leicester 1-2 (0-1)
Jamie Vardy 0-1
Oliver McBurnie 1-1
Harvey Barnes 1-2
Watford - West Ham 1-3 (1-1)
Mark Noble (br.) 0-1
Andre Gray 1-1
Sebastian Haller 1-2
Sebastian Haller 1-3
Norwich - Chelsea 2-3 (2-2)
Tammy Abraham 0-1
Todd Cantwell 1-1
Mason Mount 1-2
Teemu Pukki 2-2
Tammy Abraham 2-3
Fríggjakvøldið 23/8:
Aston Villa - Everton 2-0 (1-0)
Wesley 1-0
Anwar El Gazhi 2-0
Í morgin:
(14.00): Bournemouth - City
(16.30.): Tottenham - Newcaslte
Wolverhampton - Burnley
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald