Fótbóltur

Liverpool er nú oddalið í Premier League

Greiddi sína skyldu í Burnley og kappingarneytin Aston Villa tapti á Old Trafford, har Garnacho og Højlund vendu øllum á høvdið.

Jürgen Klopp kundi fegnast um sigur 2. jóladag. Arsenal hevur ein dyst færri enn Liverpool, sum nú er á 1. plássi (Mynd: EPA)

Jürgen Klopp kundi fegnast um sigur 2. jóladag. Arsenal hevur ein dyst færri enn Liverpool, sum nú er á 1. plássi (Mynd: EPA)

2023-12-26 23:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum siðvenja var skráin 2. jóladag, Boxing Day, á tremur við fótbóltsdystum í Premier League.

Chris Wood og Nottingham Forest løgdu út við óvæntaðum sigri í Newcastle. Aleksandar Isak legði annars heimaliðið á odda við brotssparki, men síðani gjørdi fyrrverandi Newcastle-áleyparin bart fyri Forest. Wood gjørdi hattrikk og sendi harvið útiliðið framvið Everton og gamla felag sítt í verri støðu í evropeiska stríðnum.

Sheffield United tapti lykladystin móti Luton, ið vitjaði í Sheffield. Tað endaði 2-3 í undirhaldandi dystinum millum uppflytararnar. Harvið liggur Sheffield í næstan vónleysari støðu sum botnproppur nú. Samstundis vann Bournemouth 3-0 sigur á Fulham og heldur harvið fast í sínari frálíku gongd.

Liverpool legði seg á odda í Premier League fyrr í kvøld, tá vitjað varð í Burnley. Longu eftir fimm minuttir sló Darwin Nunez. Liverpool burdi økt í serliga 1. hálvleiki, men tað var ikki fyrrenn í 90. minutti, at Diogo Jota sló sigurin fastan.

[object Object]0-2 í Burnley (Mynd: EPA) 

Hetta varð eitt gott kvøld hjá Jürgen Klopp og hansara monnum, sum nú hava 42 stig fyri 19 dystir. Tað eru trý stig fleiri enn Aston Villa, sum í kvøld tapti á Old Trafford. Útiliðið legði seg annars á odda 2-0 í 1. hálvleiki: Í báðum førum var talan um deyðbóltar - bert fimm minuttir vóru millum málini.

Sperda United-liðið gjørdi tó bart eftir steðgin. Menninir hjá Erik ten Hag skaptu nógvar málmøguleikar, og eftir nakrar brendar og eitt kolldømt mál glapp hjá Alejandro Garnacho í 59. minutti. Eyðsýndi 19-ára gamli argentinin gjørdi aftur bart við góðum máli tólv minuttir seinni, og so var 2-2. Dýrtkeypti danski áleyparin hjá United hevði einki Premier League-mál undan kvøldsins dysti, men í dysti nummar 15 bragdaði hjá Rasmus Højlund, ið hálvfluktaði bóltin í Villa-málið, umvegis stólpan.

[object Object]
Rasmus Højlund (t.v) kundi endliga fegnast um eitt Premier League - danin avgjørdi dystin og Alejandro Garnacho (í miðjuni) skoraði hini bæði hjá Manchester United (Mynd: EPA)

Tað endaði 3-2 á Old Trafford: Ein stórur sigur til Manchester United, ið jagstrar Champions League-pláss, men ein smeitur hjá Aston Villa sum av álvara bjóðar av í oddinum. 

Í morgin eru tríggir dystir á skránni í 19. umfari í Premier League, har Manchester City millum annað skal í eldin. Hóskvøldið, 28.12, eru tveir dystir. Tá kann Arsenal taka oddasessin aftur. 

Premier League 19. umfar
26.12 - 2. jóladag

Newcastle - Nottingham Forest 1-3 (1-1)
Sheffield United - Luton 2-3 (0-1)
Bournemouth - Fulham 3-0 (1-0)
Burnley - Liverpool 0-2 (0-1)
Manchester United - Aston Villa 3-2 (0-2)

Støðan sæst her

Í morgin, 27.12

19.30: 
Brentford - Wolves
Chelsea - Crystal Palace

20.15: Everton - Manchester City

Hósdagin 28.12

19.30: Brighton - Tottenham

20.15: Arsenal - West Ham

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder