Fótbóltur

Liverpool ger dýrastu klædnaavtalu nakrantíð

Liðið, sum helst gerst enskur meistari í ár, skal spæla í Nike næsta ár.

2020-01-07 09:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næsta kappingarár fer enska fótbóltsfelagið Liverpool FC ikki at spæla í klæðum frá New Balance, sum einasta felag í Premier League.

Risastóra amerikanska fyritøkan Nike hevur nú gjørt avtalu við felagið, sum stendur sum størsti favorittur at vinna enska meistaraheitið í ár. Og talan er um størstu klædnaavtalu í søguni hjá Premier League, skriva bretskir miðlar.

Felagið hevur váttað, at tað hevur gjørt eina longri avtalu við Nike, og at tað ikki er nøkur bílig avtala. Bold.dk skrivar frá fleiri enskum miðlum, eitt nú Business Insider, at avtalan verðurtann størsta nakrantíð í Premier League.

Hon er sostatt størri enn avtalan á 91 milliónir dollarar – yvir 600 milliónir krónur – um árið, sum Manchester United gjørdi við Adidas, og sum er tann størsta higartil. Hendan avtalan er eisini triðstørsta í heiminum. Bara avtalan hjá Barcelona við Nike og hjá Real Madrid við Adidas er størri, skrivar Business Inside. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder