2019-12-18 20:20
Liverpool spældi í kvøld sín annan dyst innan 24 tímar. Dysturin var í hálvfinaluni í HM fyri lið ímóti meksikanska liðinum Monterry.
Tað var Naby Keita sum legði Liverpool á odda í tólvta minutti, men bert tveir minuttir seinni javnaði Rogelia Funes fyri Monterry. Leingi sá út til at tað fór at enda 1-1, men í yvirtíðini skoraði Roberto Firmino til 2-1, og tískil er Liverpool klárt til finaluna.
Finalan í HM fyri lið verður leygarkvøldið, har skal Liverpool møta brasilska Flamengo, ið vann 3-1 á Al-Hilal.
Seinast Liverpool var í finaluni var í 2005, tá taptu teir 1-0 ímóti Sao Paulo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald